Dagstovnurin í Fuglafirði, ið heldur til á Mirmansvegur 39, byrjaði 15. januar 1991, og varð útbygdur 01.08.2007 Dagstovnurin er samansjóðaður stovnur ætlaður til 76 børn í aldrinum 1/2 til 7 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Í kjallaranum er ein barnagarðstova. Í løtuni verður arbeitt við at gera nýggjan barnagarð á Kambsdali, ið eftir ætlan skal standa liðugur á vári 2010. Nýggi barnagarðurin fer at rúma 78 børnum. Tríggjar stovur eru, ið hvørjar rúma 18 børnum og tvær vøggustovur vera til 12 børn. |